Ein jólasiður í meira enn 75 ár

Mín jólabók 2026

Jólabókin hjá børnum í Føroyum - við søgum, yrkingum og ítrivum.

Bílegg bókina
220 kr í skúlanum og 250 kr í sølubúðum
  • Latin í skúlanum ella barnagarðinum
  • Keyp til fleiri børn í senn
  • Kvittan beinanvegin
Forsíðan á Mín jólabók 2026
Soleiðis gert tú

Eitt jólagávukeyp í trimum løttum stigum

Tú bíleggur á netinum – vit syrgja fyri, at bókin kemur til barnið.

  1. Skriva barnið upp

    Skriva navnið á barninum og vel skúla og flokk – ella barnagarð. Tú kanst keypa til fleiri børn í senn.

  2. Gjald við korti

    Tú rindar við gjaldskorti, og kvittanin kemur beinanvegin á teldupost.

  3. Bókin kemur til barnið

    Bókin verður latin í skúlanum ella barnagarðinum, so barnið fær hana saman við hinum børnunum.

Forsíðan á Mín jólabók 2026
Um bókina

Mín jólabók 2026

Mín jólabók 2026 er eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran. Í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar, flottar tekningar og øðrvísi ítriv at hugna sær við. Bókin er býtt upp í 24 partar, so okkurt er at gera hvønn dag fram til jólaaftan. Dámar tær stuttligar, spennandi ella kanska ræðandi søgur, er bara at blaða upp og fara at lesa, tí alt hetta og meira er at finna í ársins útgávu.

220 kr fyri hvørja bók
Bílegg nú
75+ár við jólabókini

Ein jólasiður, sum gongur í arv

Í meira enn 75 ár hevur Mín jólabók verið ein partur av jólunum hjá føroyskum børnum – og hjá foreldrum, ommum og abbum, sum minnast hana frá sínum egnu barnaárum.

Spurningar og svar

Gott at vita

Hvussu fær barnið bókina?
Bókin kemur í skúlan ella barnagarðin, sum tú velur, og barnið fær hana har saman við hinum børnunum. Tú skalt ikki sjálv/ur heinta nakað.
Kann eg keypa til fleiri børn í senn?
Ja. Trýst á „Legg eitt barn afturat“ á bíleggingarsíðuni. Børnini kunnu ganga í ymsum skúlum og barnagarðum – t.d. um tú keypir til øll ommu- og abbabørnini.
Hvat um eg ikki veit bókstavin á flokkinum?
Tað ger einki. Vel bara flokkin. Bókstavurin hjálpir okkum at bera bókina skjótari út, men hann er ikki neyðugur.
Hvussu gjaldi eg?
Tú rindar við gjaldskorti, tá ið tú hevur fylt bíleggingina út. Kvittanin verður send til tín teldupost, so skjótt gjaldið er gjøgnumført.
Eg havi skrivað skeivt – hvat geri eg?
Set teg í samband við okkum á [email protected] ella +298 313756 og upplýs bíleggingarnummarið á kvittanini, so rætta vit tað.

Gev eina gávu, sum børnini minnast

Bílegg Mína jólabók